Sølu- og avgreiðslutreytir
Hetta skjalið skilgreinar sølu- og keypstreytir hjá finn.fo, og er galdandi fyri alla sølu hjá fyritøkuni, um ikki onnur seravtala, undirskrivað av báðum pørtum, fyriliggur.
Lýsingapláss verða seld í rullandi tíðarskeiðum og ymiskum staðsetingum á netsíðuni finn.fo. Hendan netsíðan er ein væl mentur sølupallur fyri brúktar vørur, har lýsingar á ein hóskandi hótt kunnu røkka stórum parti av føroysku brúkarafjøldini.
Seravtala verður gjørd fyri hvørja einkulta sølu av lýsingaplássi. Prísin, sum báðir partar skulu verða samdir um, verður skjalfestur við fylgiskjali í einum eintaki tillutað hvørjum parti.
Netsíðulýsingin verður sett til almenna skoðan eftir avtalaðari tíðarfesting, og eftir at peningur er móttikin á kontu hjá finn.fo.
Undir serligum umstøðum, kunnu lýsingar takast av netsíðuni áðrenn tíð, hetta verður tó uttan endurgjald fyri keypta tænastutíð.
Um finn.fo av misgáum hevur virkað á ósømiligan hátt, verður tú biðin um skrivliga at siga frá skjótast til ber, so ein loysn til klaguna kann finnast skjótast gjørligt.
Av tí, at talan er um lán av lýsingaplássi, er onki skifti av ognarrætti, her undir ognarrættur fyri lýsingapláss og lýsingatilfar.