Til forsíðu Um finn.fo  Lýsingar  Kontakta okkum



Um finn.fo

Lýsingar o.a.

Leititænasta

Set byrjunarsíðu

Kontakt





Kunning um lýsing - Ein skilagóð loysn
Tað er ein skilgóð loysn hjá fyritøkum at lýsa hjá Finn.fo. Hesin lýsingamarknaður er ætlaður fyritøkum og stovnum, ið ynskja at gerast sjónligar og eyðkendar fyri júst sítt sermerki.

Vit kunnu skapa eina lýsing, ið hóskar til tína fyritøku. Tú fært við vissu góðsku og vinning fyri hvørja krónu, tú hevur rindað fyri lýsing tína hjá Finn.fo. Tað er ikki neyðugt at gera fleiri marknaðarføringsíløgur, um tú hevur lýst hjá Finn.fo, og fyritøkan kann sostatt spara pening.

Sum lýsari hjá Finn.fo kanst tú vera vísur í, at keypari hittir seljara. Viðskiftafólk brúka Finn.fo fyri at finna júst ta tænastuna og vøruna, sum fyritøka tín hevur at bjóða teimum.

Finn.fo veitir brúkaranum upplýsingar um almennar stovnar, privatar fyritøkur, einstaklingar, feløg os.fr.

Slóðir og e-post adressur
Vit ferðast á alnótini um tær sokallaðu slóðirnar, og tað tekur ikki nógv sekund at fara frá einari heimasíðu til aðra.

Hjá Finn.fo ber til hjá lýsara at fáa e-post- og web slóðir sínar við, so viðskiftafólk lættliga kunnu seta seg í samband við lýsara. Um nevndu slóðir kann brúkari ávikavist skriva tær bræv við møguligum fyrispurningi ella forvitnast inni á heimasíðu tíni.

Lýsari hevur hesar møguleikar:
  • navn
  • bústað
  • telefonnummar/faksnummar
  • fartelefonnummar
  • e-post slóð
  • web slóð

    Undirstrikað fyritøkuheiti
    Tað ræður um hjá fyritøku at verða sjónlig á alnótini, og møguleikarnir fyri hesum eru ríkir hjá Finn.fo. Tá fyritøka lýsir hjá Finn.fo, er møguligt, umframt eina vanliga lýsing, at fáa eina lýsing, har fyritøkunavnið er drigið fram, so keypari kvikliga finnur tað honum tørvar.

    Tekstur undir fyritøkuheiti
    Um fyritøka ynskir at verða enn sjónligari á alnótini ber til at seta ein tekst undir fyritøkuheiti. Hesin tekstur kann til dømis í stuttum siga eitt sindur um fyritøkuna ella ta tænastu og vøru, hon kann veita. Ein slíkur tekstur kann vaksa um líkindini fyri, at viðskiftafólk ynskja at vitja fyritøkuna.

    Leitiorð & vøruheiti
    Lýsari hevur eisini møguleika at keypa leitiorð og/ella vøruheiti hjá Finn.fo. Tá ein lýsari hevur keypt sær leitiorð ella vøruheiti, verður fyritøkan víst á síðuni, tá brúkari leitar eftir júst hesum orðum. Tað eru bert lýsarar, ið hava keypt hesi leitiorð ella vøruheiti, sum tá verða vístir. Og hetta ger sjálvsagt eina fyritøku enn sjónligari á alnótini.

    Kunningarsíða
    Møguleiki er eisini hjá fyritøku at fáa egnu kunningarsíðu hjá Finn.fo. Á einari slíkari síðu ber til at kunna brúkara neyvari um fyritøkuna.

    Tekst lýsingar
    Á finn.fo hava fyritøkur og stovnar eisini møguleika til at keypa tekst lýsingar.

    Um tú ynskir at lýsa á finn.fo, kanst tú skriva til okkum á info@iconcept.fo.



  • Til toppin Copyright e-post adressa